Bara ein fekk klipp í kortið

Løgreglan ger í hesum døgum nógv við at kanna, um børnini, sum verða koyrd í skúla um morgnarnar, sita í trygdarbelti.

 

 

Í morgun blivu bilar, sum settu børnini av við Hoyvíkar skúla, kannaðir.

 

 

Nógvir bilar blivu kannaðir, men bert ein bilførar fekk klipp í kortið, fyri at hava barn sum ikki sat í trygdarbelti í bilinum.

 

 

Sambært løgregluni sær út til, at foreldur blíva betri til at minnast til, at børnini skulu sita í trygdarbelti.

 

 

- Nú hava vit verið nokkso nógv úti og gjørt hesar kanningarnar, og somuleiðis hava fjølmiðlarnir eisini verið við til at sett fokus á, at børn í bili skulu sita í trygdarbelti, og tað sær nú út til at ganga rætta vegin, og tað er sjálvandi gleðiligt, sigur vakthavandi á politistøðini.