Tað var ein týðiliga rørd Lena Andersen, sum tók ímóti heiðursmerkinum fyri at gerast besta songkvinna.
- Hetta hevur ótrúliga nógv at siga fyri meg. Tað er altíð gott at fáa viðurkenning, fyri tað arbeiði man hevur gjørt.
Lena vann eisini eina Planet í fjør. Tá vann hon fyri bestu útgávu. Men hon heldur tað vera ringt at samanbera hesar báðar prísirnar.
- Tað er ringt at siga, at man er glaðari fyri ein av teimum. Men um eg skal velja, so kann eg siga, at á eini fløgu eru nógv fólk, sum arbeiða við at gera hana góða. Og tey eiga øll lut í heiðurslønini. Tá eg nú havi vunnið sum besta songkvinna, so er tað bara eg einsamøll og mín rødd, sum verður vigað og mett um. So tí hevur hetta ótrúliga nógv at siga fyri meg, staðfestir Lena.
- Man hoyrir altíð at Føroyar eru so lítlar, men her hendir ein rúgva, so vit mugu ansa eftir ikki at undirvurdera okkara egna land. So hóast eg royni at satsa uttanlands, so vil eg eisini altíð geva alt her heima.
Og vit kunnu gleða okkum, tí Lena segði eisini, at tað er nógv tilfar sum liggur og bíðar nú, og at hon tí væntandi fer undir eina nýggja fløgu skjótt.