Bara brent stál at finna

Fólkafloksmaðurin Kjartan Joensen er ímóti ta lata Skipaeftirlitinum eykajáttan til at kanna eldsbrunarnar umborð á Herkules og Athenu Tá Løgtingið í vikuni viðgjørdi uppskotið hjá landsstýrinum um at lata Skipaeftirlitinum eykajáttan til at kanna eldsbrunarnar umborð á trolarunum Herkules og Athenu, mælti fólksflokstingmaðurin Kjartan Joensen Tinginum frá at taka undir við uppskotinum.

-Hvat annað enn brent stál er at finna, spurdi hann.

Skipaeftirlitið hevur biðið Søfartsstyrelsen í Danmark um hjálp til kanningarnar, og arbeiðið er mett at kosta 500.000 krónur, sum Løgtingið er biðið um at lata sum eykajáttan.

Kjartan Joensen vísti á, at løgreglan og Skipaeftirlitið hava kannað málið, og hann dugdi ikki at síggja, hvat Søfartstyrelsen kundi finna uttan brent stál. Hann legði afturat, at um ikki illgruni var um óreglusemi, so er tað burtirspyltir pengar at gjalda danska skipaeftirlitinum flogbillettir og hotelluppihald í Kili fyri at staðfesta at skipið er brent. Tí tað er tað, segði fólkaflokstingmaðurin.

Uppskotið um eykajáttan kemur fyri á fundi í fíggjarnevndini í morgin.