Bara Bowie

Søgan um slóðbrótandi listamannin snýr seg um tónleik, klæði og kreativa list

Tað mann vera ivasamt, um nakar nakrantíð til fulnar fer at skilja tónleikaran og hugtakið David Bowie. Í næstan hálva øld hevur hann verið virkin og nýskapandi sum tónleikari og mótaikon. Hann hevur selt yvir 140 milliónir fløgu og verið ein fyrmynd fyri óteljandi tónleikarar.
Tað sigst, at tá fjølmiðlafólk sleppa at gera samrøðu við hann, eru tey so ovurfegin, tí hóast tey bert sleppa í einarúm við hann í lítla løtu, koma tey út aftur við einum góðum interviewi, har tey kunnu brúka hvørt orð hann hevur sagt – og tað var ikki vanligt við vanligum tónleikarum.
Victoria Broackes hevur havt atgongd til umfatandi savnið av klæðum, búnum og upprunaligum listarverkum til hansara ymisku tónleikakonsept. Og burtur úr tí er komin bókin David Bowie Is, sum er ein hugtakandi ferð ígjøgnum lívið og yrkisleiðina hjá legenduni David Bowie.