Ein triðingur er spældur av kappingini í 1. deild, og bara B68 liggur á einum uppflytingarplássi. KÍ er á odda við 25 stigum, B68 er nummar tvey við 21 stigum, NSÍ er nummar trý við 20 stigum, og ÍF er nummar fýra við 17 stigum. ÍF má enda á minst einum triðja plássi um fuglfirðingar skulu flyta upp í betrideildina.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna sum var í sendingini "Triði Hálvleikur" á Rás2, har prátað var við høvuðsvenjaran hjá B68, Bill McLeod Jacobsen um fyrsta triðingin av kappingini.
B68 hevur vunnið sjey og hevur tapt tveir dystir, og fleiri eittmálssigrar eru komnir í hús.
Bill McLeod Jacobsen er heilt væl foreintur við gongdina, men hann ásannar, at við nógvum ungum spælarum koma nøkur útføll.
Samstundis hava stóru feløgini í Føroyum betri treytir við nýtslu av spælarum í 1. deild, ið er gott fyri menningina hjá marginalspælarunum hjá t.d. KÍ og NSÍ, men tað ger samstundis arbeiðssetningin hjá B68 o.ø. minni feløgum torførari.
Ígjár upplivdi Bill McLeod Jacobsen at síggja sínar menn vinna ein 6-1 stórsigur á ÍF, ið nú er at finna undir uppflytingarstrikuni í 1. deild.