Tað er langt til oktober og kappingarlok, og nógv kann venda øðrvísi um eitt hálvt ár, enn tað ger nú. Men úrslitini í næstbestu deildini í gjár góvu enn eina ábending um, at tað verður strevið hjá teimum, sum hava møguleika fyri tí, at røkka uppflytingini.
Við sigrinum mikukvøldið á ÍF er B68 næstfremst og harvið á uppflytingarplássi. Í gjár tapti AB í Klaksvík, og Giza Hoyvík tapti í Leirvík. Tað var aftur undirstrking av, at tey næstbestu hjá fleiri feløgum eru eins stinn og stinnari enn tey bestu í øðrum feløgum.
NSÍ er framvegis topplið eftir 2-1 sigur í Gundadali ímóti B36, sum tykist fara at hava tað torført. HB smurdi Suðringarnar av. Í løtuni er tað ikki nógv, sum bendir á, at HB skal enda í niðurflytingarstríðnum, sum liðið seinnu árini oftast hevur verið í, tá ið tað hevur verið í næstbestu deildini.
KÍ-AB 3-1 (1-1)
0-1: Jobin Drangastein 2.
1-1: Jóannes K. Danielsen 33.
2-1: Tórur Jacobsen 66.
3-1: Eivindur Sørensen 83.
Víkingur-Giza Hoyvík 2-1 (1-0)
1-0: Elias Lervig 13.
2-0: Fannhard Skoradal 56.
2-1: Ahmed Keita 90.
Reytt kort: Daniel Hansen, Giza Hoyvík, (beinleiðis reytt) 75.
HB-TB/FCS/Royn 5-1 (2-0)
1-0: Hjalti Djurhuus 6.
2-0: Daniel Johansen 42.
2-1: Tóki Mortensen 49.
3-1: Adrian Justinussen 54.
4-1: Hans Jákup Annfinsson 62.
5-1: Páll Joensen 74.
6-1: Hans Jákup Annfinsson 87.
B36-NSÍ 1-2 (1-1)
1-0: Gilli Samuelsen 8.
1-1: sjálvmál 40.
1-2: Hans Marius Davidsen 63.
Mikukvøldið
B68-ÍF 3-0 (2-0)
1-0: Óli Olsen br 8.
2-0: Emil Ronaldsson 17.
3-0: Kristian Anton Andreassen 50.
www.faroesoccer.com
Støðan eftir seks umfør
NSÍ 16 stig
B68 12 stig
KÍ og Víkingur 9 stig
HB 8 stig
TB/FCS/Royn 7 stig
AB 6 stig
Giza Hoyvík 5 stig
B36 1 stig
ÍF 0 stig
NSÍ og ÍF hava spælt seks dystir
Sætta umfar
Leygardagin 29. apríl
ÍF-HB
NSÍ-KÍ
B36-Víkingur
Giza Hoyvík-AB
TB/FCS/Royn-B68