Bara at vera

Setanarverkið til listastevnuna:

tónleikur: Tróndur Bogason Hansen
Orð: Niels Uni Dam
framført av Ernst Sondum Dalsgarð (sang)
og Christen S. Teglbjærg (klaver)

I
innantanna møti eg mær sjálvum
ella kanska mær sjálvari
úr eygum mínum lýsur kærleikin
ið eg ongantíð gav tær
men nú gevi mær
og eina løtu
bert eina evarska lítla løtu
kenni eg meg sjálvan aftur
kennist við leiðina
ið spakuliga hvørvur út í sandin
og hvørvur
spakuliga
og aftur er ókend
ella avnoktað
ella vald gloymd
í enn eina langa løtu
enn eina

II
eg missi fótafestið
í dagsins fyrstu andaneyð

tørvurin á onkrum forkunnugum
tekur vald á dreyminum um siðloysi
sum gloymdi at vísa hóvsemi

í langar løtur

innantanna kærleikin
tekur kropsligar dygdir framum

trilvandi fingrar
finna hitan
eg sjálvur og eg sjálv
gloymdir kossar

minnilutakenslan
smíðar vónloysingini eina kistu
men loysingin hvørvur
spakuliga
og við hóvsemi

III
mínir synir løgdu mínar syndir í kistuna
longu áðrenn eg varð til
teir leitaðu innanfyri gloymdu múrarnar
og funnu lotið
tað var áðrenn eg endiliga fann fótafesti
teir málaðu ein málning á mína pannu
viskaðu hann av aftur
vaskaðu hann av aftur
vaknaðu umaftur
gloymdu at bara vera
og løgdu mínar syndir aftur í kistuna


IV

eg livi longu
helt meg hava rætt
til og í so mongum

eg og eg
hond í hond
gjøgnum múrar
sum rapla

hevði tol
vísti hovsemi
og hevði altíð
syndina við

fótafestið
og kærleikin
eru funnin
og aftur gloymd
liggja undir raplaðum múrum

eg skilji umaftur
og skiljist