LESTUR: Í hesum døgum bíða 378 lestrarhugaðir føroyingar spentir eftir einum brævbjálva, har búmerkið hjá Setrinum er á. Onkur hevur longu fingið sín brævbjálva, meðan onnur mugu bíða kanska til í morgin. Allur posturin varð í øllum førum latin Posta fyrrapartin í gjár.
Hesi sum bíða eru tey, sum hava søkt inn á tær mongu ymisku útbúgvingarnar á Setrinum. Nú er avgerðin tikin um tey kunnu fara undir lesturin eftir summarsteðgin, ella um tey mugu bíða til seinni.
Av teimum 378 umsóknunum eru einans 274 teirra sum fáa eitt lestrarpláss í boði.
Tey flestu upptiknu - 38 í part - sleppa inn at lesa til lærara ella námsfrøðing, meðan 32 sleppa inn at lesa samfelagsvísindi. Nevnast kann, at í ár varð umframt BA-lestri eisini boðin út MA-lestur. Eftir summarfrítíðina byrja 197 nýggj lesandi sín BA-lestur, meðan 77 fara undir MA-lestur.
Sagt verður av Setrinum, at øll fáa skrivlig boð um sína støðu, eins og kunnað verður um, hvat tey standa á bíðilistanum.