HB-venjarin, Krzyztof Popczynski vildi als ikki hoyra nakað tos um, hvussu gekst á Eiði leygardagin.
- Eg hevði sagt, at vit onga fráboðan skuldu hava umvegis hátalaran, og heldur ikki beinkinum høvdu vit nakað útvarpstól. Men tað er klárt, at vit vistu, hvat var hent, tá KÍ skoraði. Og so kann eg bara staðfesta, at eg eri ein glaður maður í dag. Eg segði undan árinum, at endaðu vit í topp-fýra, var eg væl nøgdur. So eg má bara siga, at eg eri sera, sera, sera væl nøgdur í dag, flenti Krzyztof.