Kaupthing
Tann 1. januar kemur nýggj kappingarlóggáva í gildi í Føroyum. Ein av broytingunum í hesari verður, at tað nú skal ansast aftir, at fyritøkur ikki fáa eina ráðandi marknaðarstøðu, ella at ráðandi marknaðarstøður verða styrktar.
Um samanleggingar sigur nýggja lógin at samanleggingar skulu fráboðast Kappingareftirlitinum. Alt eftir, hvat slag av samanlegging talan er um, skulu hesar viðgerast av Kappingareftirlitinum, sum skal viðgera hesar. Hindrar ein samanlegging virknari kaping, við tað at ein ella fleiri fyritøkur skapa ella styrkja eina marknaðarráðandi støðu, kann ráðið ógildi eina slíka samanlegging. Eisini eftir at hon er framd.
Og júst tann parturin av lógartekstinum hevur uttan iva gjørt sítt til, at Eik hevur handlað her og nú, heldur enn at bíða til eftir nýggjárs.
- Tað er sjálvandi trupult hjá mær at tosa um eina samanlegging, sum er framd eftir verandi reglum, og fyrihalda hesari mótvegis reglum, sum koma í gildi 1. januar. Tá verður talan jú ein hypotetiskan spurning, sigur Terji Sigurðsson, stjóri í Kappingarráðnum.
- Men tað er einki at ivast í, at ein slík samanlegging vildi fingið eina viðgerð, um hon varð framd eftir nýggjár. Hon kemur jú undir tey kriterium, sum verða ásett í lógartekstinum. Ein áseting, har tað verður staðfest, at allar samanleggingar, har samlaði umsetningurin hjá feløgunum er omanfyri 75 mió kr., skulu viðgerast.
Men vildu tit – um vit seta hypotetiska spurningin – kolldømt eini slíkari samanlegging?
- Tað dugi eg ikki at svara. Men vit vildu sett upp nøur scenario, har vit høvdu mett um ,hvussu hetta kom at ávirka kappingina. Tekur tú føroyska fíggjarmarknaðin, so er lítil ivi um, at allir aktørar í størri ella minni mun hava eina ráðandi støðu. Og tí er jú heldur ikki víst, at ráðandi støðan verður størri eftir eina samanlegging. Tann spurningurin vil verða ein meting, sum verður gjørd í hvørjum føri sær, sigur Terji Sigurðsson.
Keldur, sum Sosialurin hevur tosað við, meta tó, at ein samanlegging av tí slagnum, sum nú verður framd, vildi verið sera trupul at fingið ígjøgnum, var nýggja kappingarlóggávan galdandi.