BankNordik vil styrkja útisetalívið

BankNordik-samtakið og ÍF Føroyar hava skrivað undir trý-ára samstarvsavtalu, har samtakið verður høvuðsstuðul hjá felagnum. BankNordik-samtakið ynskir sostatt vera við til at tryggja góðu gongdina, sum føroysku útisetafeløgini hava havt seinastu árini.

 

1. mansliðið hjá hondbóltinum kláraði seg sera væl síðsta kappingarár, og skulu tí spæla í 2. deild í donsku kappingini í ár. Hetta er eitt sera flott avrik, og óivað besta avrikið hjá føroyskum ítrótti í Danmark nakrantíð. Fótbólturin hevur eisini klárað seg væl, og fáa alsamt fleiri limir hvørt ár, sum m.a. er eitt úrslit av vælskipaðum rakstri.

 

- Føroyskur ítrottur hevur stóran týdning fyri útisetar í Keypmannahavn. Við nýggju samstarvsavtaluni ynskja vit at stuðla framhaldandi menningini av føroyskum ítrotti í Keypannahavn. Sum høvuðsstuðul kann BankNordik virka fyri at veita føroyskum hondbólti og fótbólti í Keypmannahavn enn betri umstøður til at skapa góð úrslit og góðar upplivingar. Henda avtala er partur av eini størri ætlan um at menna og stuðla útisetalívinum í Keypmannahavn, sigur Lív Sørensen, marknaðarsamskipari í BankNordik.