BankNordik vekir ans í Danmark

Danskir fíggjarmiðlar hava givið BankNordik nógv uppmerksemi, eftir at roknskapurin fyri triðja ársfjórðing vóru almannakunngjørd fyrr í vikuni.

 

Danskir fíggjarmiðlar hava givið BankNordik nógv uppmerksemi, eftir at roknskapurin fyri triðja ársfjórðing vóru almannakunngjørd fyrr í vikuni.

 

Úrslitið vísti eina framgongd upp á 37 prosent samanborið við í fjør. Úrslitið áðrenn skatt er voksið við 8 prosentum, úr 124 milliónum krónum í 134 milliónir krónur.

 

Les eisini BankNordik framgongd á 37 prosent

 

Bankin hevur sjálvur boða frá, at tað serliga er framgongdin á danska marknaðinum, sum drívur úrslitið.

 

Í Danmark hevur bankin seinastu tíðina framt nógvar sparingar. Fimta hvørt starvsfólk er sagt upp og talið av deildum er fækkað niður í 13.

- Við at samla okkara danska virksemi í færri deildir hava vit fingið møguleikan at bjóða fleiri tilboð í okkara deildum og betri ráðgeving, sigur Janus Petersen við FinansWatch.

 

Janus Petersen dylir ikki fyri, at hetta er gjørt í eini roynd at fáa fleiri kundar, við tørvi á fleiri fíggjartænastum og serstakari ráðgeving. BankNordik vil hava fleiri kræsnar kundar er yvirskriftin hjá FinansWatch.

 

Samstundis sum bankin hevur arbeitt við sparingum, er danski útlansmarknaðurin voksin við 5 prosentum. Vøksturin kemur fyrst og fremst frá smáum og miðalstórum vinnukundum, men bankin vónar eisini at fáa fleiri privatkundar, sigur Janus Petersen við FinansWatch.

- Vit satsa meiri upp á smáar og millumstórar fyritøkur, og her síggja vit eisini ein fittan vøkstur, sigur Janus Petersen.

 

- Fyri at draga teir meiri krevjandi kundarnar og fyritøkurnar til okkara, er tað týdningarmikið, at ein hevur neyðuga førleikan og ráðgevingina til kræsnu kundarnar, sum stór kapping er um. Men eg eri sannførdur um, at vit hava hendan førleikan, sigur Janus Petersen við FinansWatch.

 

Við Børsen TV sigur Janus Petersen, at bankin í løtuni fyrst og fremst roynir at marknaðarføra seg á internetinum og gjøgnum sosialar miðlar.

 

70% av kundunum hjá BankNordik í Danmark koma úr privata marknaðinum, meðan restin eru vinnukundar.

 

Virðið bankans á virðisbrævamarknaðinum er follið við 13 prosentum seinasta árið, men Janus Petersen sigur við Børsen TV, at hann vónar, at góðu úrslitini seinastu ársfjórðingarnar fara at betra um gongdina, eisini á virðisbrævamarknaðinum.

- Vit høvdu eina góða framgongd á virðisbrævamarknaðinum í fjør, sum so er hasað nakað av í ár. Kortini vóna vit, at góðu úrslitini í ár hava við sær, at fólk aftur síggja virði í BankNordik. Vit hava havt betri og betri úrslit hvønn ársfjórðing seinastu fýra ársfjórðingarnar, og triðji ársfjórðingur er meriri enn dupult so góður sum tilsvarandi seinasta ár, sigur Janus Petersen við Børsen TV.