Vit kunnu so bara fegnast um, at eitt sindur av kapping kortini er á bankaøkinum, og at fyrrverandi Føroya Banka stjórin í Eik Banka ikki gjørdi, sum teir plaga at gera, nevniliga at gera somu hækkingar, so vit í veruleikanum hava bankamonopol – ella duopol, sum mangan er verri.
Fleiri røddir hava verið frammi á tingi – serliga eftir ógvusligu hækkingarnar, sum BankNordik gjørdi fyri nøkrum døgum síðani, og sum allir stjórarnir har nú angra – um at seta bankunum aðrar treytir.
Men tað blívur sum oftast bara til snakk hjá tingfólki. Tey siga slíkt bara fyri at tekkjast veljaranum. Áhugavert hevði nú verið, um okkurt tingfólk prógvaði sítt viðri við einum lógaruppskoti, sum tryggjar bankakundan.