Fyrsta ársfjórðin hevði BankNordik sjey milliónir í yvirskoti. Sama tíðarskeið í fjør var yvirskotið 411 milliónir krónur. Tá gav sølan av partabrøvunum í Bakkafrostið útslag upp á 380 milliónir krónur.
Í fráboðan í kvøld sigur bankin, at varsemi hjá kundum hevur tálmað útlánsveksturin, tí hóast bankin afturrindaði lán fyri 1,5 milliardir krónur í úrtíð, er gjaldførið hjá BankNordik framvegis gott, og solvensurin høgur.
- Fyrsti ársfjórðingur bar brá av, at kundarnir kendu seg eitt sindur ótryggar viðvík- jandi búskapargongdini. Lánihugurin hjá kundunum var tí heldur lakari enn væntað, meðan hugurin at spara upp var størri. Afturgjaldingarnar av útlánum fóru harvið upp um nýútlán, og samlaðu útlánini minkaðu í fyrsta ársfjórðingi úr 8,7 mia. kr. til 8,4 mia. krónur, sum svarar til 3%. Hinvegin øktust innlán bankans, sigur bankin í tíðindaskrivi.
Bankin sigur, at afturgongdin eisini sást í rentu-, gjalds- og tryggingarinntøkunum hjá samtakinum, sum lækkaðu við 5%, úr 158 milliónum krónum í fyrsta ársfjórðingi í fjør til 150 milliónir krónur fyrsta ársfjórðing í ár.
- Varsemið í eftirspurninginum eftir kreditti kom óvart á okkum. Samstundis høvdu vit framvegis ov nógv avlopsgjaldføri og tilhoyrandi rentuútreiðslur í fyrsta ársfjórðingi. Á báðum økjum nærkast vit tó við stórum fetum eini betri støðu. Í fyrsta ársfjórðingi afturrindaði bankin 1,5 mia. kr. í bankalánum. Vit merkja ein vaksandi áhuga frá kundunum at læna, tí rokna vit við útlánsvøkstri tað, sum eftir er av ári- num, sigur Janus Petersen, forstjóri í BankNordik, í tíðindaskrivinum.
Har verðu eisini víst á, at fyrsta ársfjórðing hevði BankNordik niðurskrivingar upp á útlán á 22 milliónir krónur mótvegis 51 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør, og 167 milliónir krónur alt 2010.
Bankin hevði 17 mió.kr. í kurstapi upp á stóru gjaldførisplasering bankans. Sostatt gjørdist úrslitið fyri fyrsta ársfjórðing 7 milliónir krónur áðrenn skatt. Sama ársfjórðing í fjør var úrslitið 411 milliónir krónur, men tá var vinningurin frá søluni av Bakkafrost, áljóðandi 380 milliónir krónur, íroknaður.
Leiðslan væntar eitt óbroytt úrslit fyri 2011 á 100-140 milliónir krónur áðrenn skatt og virðisjavningar, hóast úrslitið væntandi verður í niðara enda av intervallinum.
Síðst í fyrsta ársfjórðingi hevði BankNordik útlán o.a. upp á 8,4 mia. kr. Innlánini vóru 8,9 mia. kr., og bankin hevði sostatt eitt yvirskot á innlánum áljóðandi 0,5 mia. kr.
Gjaldførið síðst í fyrsta ársfjórðingi var 2,6 ferðir tað, sum lógin ásetir. Avlopsgjald- førið var tískil 163 % í mun til kravið, og kravið hjá Fíggjareftirlitinum framyvir er 50%. BankNordik liggur eisini greitt omanfyri ásettu krøvini á hinum fýra økjunum í sonevnda ?Tilsynsdiamantinum?.
Við eini eginogn upp á 2.000 milliónir krónur er solvensurin hjá BankNordik 17 %, og lógarásetingin er 8 %. Hesi tølini hava við sær, at BankNordik telist millum ster- kastu bankarnar í Norðurevropa.
Í apríl keypti BankNordik helmingin av lívstryggingarfelagnum, Føroya Lívstrygging, samstundis sum kundarnir hjá felagnum gjøgnum Ognarfelagið Lív yvirtóku hin helmingin. Yvirtøkan er treytað av eini umskipan av felagnum, sum væntast at vera framd í seinnu hálvu av 2011.
Fyrr í vikuni bjóðaði bankin upp á sunnu partarnar av virkseminum hjá Amagerban- ken, sum Fíggjarligt Støðufesti hevur sett til sølu.