BankNordik verður aftur í ár høvuðsstuðul hjá vinnustevnuni Faroexpo, sum verður í Runavík í døgunum 24.-27. oktober 2011. Endamálið við Faroexpo er
at styrkja sambandið millum vinnufyritøkur kring landið umframt millum føroyskar og útlendskar fyritøkur.
Við stuðulsavtaluni ynskir BankNordik at gera tað møguligt hjá fyritøkum at fáa í lag samstarvsavtalur um vørur og tænastur og harvið styrkja teirra virkisgrundarlag. Hetta er sjeynda árið, at Faroexpo verður hildin, og stevnan hevur fingið góða undirtøku seinastu árini. Hetta er eitt serstakt konsept við almennari ráðstevnu og partenariati, ið føroyskar fyritøkur hava tikið til sín.
Partenariatið, sum gevur vinnufyritøkum møguleika at koma í samband við hvønn annan, fer fram í ítróttarhøllini í Runavík, og almenna ráðstevnan verður í Løkshøll.
- Vit eru fegin um stuðulsavtaluna við BankNordik, sum er við til at tryggja grundarlagið undir Faroexpo. Vinnustevnan hevur verið væl vitjað seinastu árini, og bæði fyritøkur og stovnar hava tikið væl ímóti møguleikanum at knýta vinnulig sambond. Vit bjóða aftur í ár eina áhugaverda stevnu, har umboð úr vinnulívinum fáa møguleikan at hitta hvønn annan, sigur Símun Hammer, stjóri í VRG, sum samskipar Faroexpo og Mentunarvikuna 2011.
Samstundis sum Faroexpo verður hildin, er Mentanarvika í Runavík, og tí fer mentan at seta sín nátúrliga dám á vinnustevnuna. Tað er fyritøkan VRG
(Virkisráðgeving) í Saltangará, ið samskipar Vinnustevnuna Faroexpo og Mentanarvikuna í Runavík.










