Meðan kundarnir hava kosið Arbejdernes Landsbank til besta banka í Danmark, liggur BankNordik á aftasta plássi. Tað skrivar BT, sum endurgevur Finans.
Tað vísir ein kanning, sum Voxmeter hevur gjørt, har teir hava gjørt samrøðu við fleiri enn 50.000 bankakundar.
Einki stendur at lesa um orsøkina til, at føroyski bankin í Danmark liggur so niðarlaga, men leiðslan kann so ugga seg við, at nakrir av størstu bankunum í Danmark eisini liggja heilt í botni. Danske Bank er nummar 17 og Nordea, sum millum annað varð hart rakt av Panamagøluni, er nummar 19, men altso framvegis omanfyri BankNordik.
Soleiðis sær listin út.
1. Arbejdernes Landsbank
2. Ringkøbing Landbobank
3. Nordjyske Bank
4. Sparekassen Thy
5. Sparekassen Vendsyssel
6. Jyske Bank
7. Sparekassen Kronjylland
8. Handelsbanken
9. Spar Nord Bank
10. Jutlander Bank
11. Lån & Spar Bank
12. Sparekassen Sjælland
13. Vestjysk Bank
14. Sydbank
15. Nykredit Bank
16. Andelskassen
17. Danske Bank
18. Den Jyske Sparekasse
19. Nordea
20. BankNordik