Bankin segði, allir vóru skikkaðir

Tað er framvegis partafelagið, P/F Vørðan á Tvøroyri, sum eigur djúpvatnstrolaran, Rankan.

Finnleif Guttesen, býráðsformaður, sigur, at tað, sum er hent, er, at partapeningurin í felagnum er øktur, soleiðis at kommunan nú er minnilutaeigari og hevur 2 av 5 nevndarlimum í felagnum.
? Sjálvandi kann onkur vera harmur, tí tað ikki eydnaðist at keypa meirilutan í felagnum fram um ein annan, men sakførari okkara helt, at sjálv trygdin um at loysa kommununa úr veðhaldsskyldunum var eingin trupulleiki. Sakførari hevði fingið at vitað frá lánistovnunum, at allir, sum høvdu bjóðað, vóru skikkaðir keyparar á tann hátt, at feløgini vóru væl fyri fíggjarliga. Hinvegin er rætt, at skrivlig váttan skuldi fylgja við boðnum.

Hægsta boð
Finnleif Guttesen sigur, at tá ið feløgini, sum høvdu bjóðað, øll vóru skikkaðir keyparar, valdi kommunan at taka av hægsta boðnum.
Hann vísir á, at tað, sum kommunan vildi, var at gera ein parteigarasáttmála, har kommunan ikki átti meirilutan ? ein sáttmála, sum samstundis tryggjaði, at felagið ikki kann avhendast uttan víðari.
? Málið var at varðveita skipið og arbeiðsplássini í kommununi, sigur Finnleif
Guttesen, býráðsformaður.