Bankin aftur á røttu kós

Eisini hjá Føroya Banka skolar tað inn, og negativa gongdin í búskapinum tykist at vera torfør at fáa eyga á

ROKNSKAPUR

 
Enn ein føroyskur peningastovnur hevur nú almannagjørt roknskapin fyri fyrstu seks mánaðirnar. Og smílið er, um nakað, enn størri hjá stjóranum fyri Føroya Banka, Janus Petersen, enn hjá nøkrum av hinum toppunum í føroyska fíggjarheiminum. 74 milliónir í avlopi fyri skatt er úrslitið fyri fyrstu seks mánaðirnar av 2005.
-        Hetta er eitt øgiliga gott úrslit fyri okkum, sigur Janus Petersen, forstjóri.
Sum hinir føroysku peningastovnarnir vísir Føroya Banki serliga á, at stíður er komin í føroyska búskapin, og tað ger, at úrslitið hjá bankanum skal metast sera positivt.
Skulu hálvársroknskapirnir hjá føroysku peningastovnum metast sum ein mynd av búskapinum, so sæst lítil til negativa gongdin í búskapinum tykist at vera torfør at fáa eyga á, tí avlopini hava verið bæði í tølum og prosentum rættiliga stór.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Burtur
Burturlegginar eru at kalla, ja, burtur. Alt árið í fjør vóru nítjan milliónir burturlagdi at standa ímóti tapi, og higartil í ár er bert ein millión burturløgd.  
-        Úrslitini í 2003 og 2004 vóru ikki nøktandi, men nú eru vit aftur á røttu kós, sigur Janus Petersen.
Tað er serliga alivinnuna, sum hevur ábyrgdina av burtuleggingunum hjá bankanum.
Føroya Banki eigur ikki minni enn 1.616 milliónir í eginpengi. Tað merkir, at hesin góði eginpeningur er rentaður við 4,7 % higartil í ár.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Tølini
-        Nettorentuinntøkur bankans vóru 1. hálvár 2005 tilsamans 116 mió. kr. ímóti 119 mió. kr. sama tíðarskeið í 2004. Í høvuðsheitum stavar lækkingin í inntøkunum frá, at Føroya Banki hevur eitt stórt gjaldføri, sum er lánt út á peningamarknaðinum ella er lagt í lánsbrøv fyri eina rentu, sum áhaldandi hevur verið lág. Stóru tapini í alivinnuni, sum bankin staðfesti í 2003 og 2004 hava eisini havt við sær eina minking í rentuinntøkunum, skrivar Føroya Banki í tíðindaskrivi.
Føroya Banki hevur 1. hálvár 2005 havt ein kursvinning uppá 15 mió. kr., og úrslitið av fíggjarpostum var 143 mió. kr. fyrra hálvár 2005. Talan er um eina framgongd uppá 15%  í mun til úrslitið í fjør.
Innlán bankans eru økt nærum eina hálva milliard, til knappar 4,3 mia. kr. fyrra hálvár 2005, í mun til 3,8 mia. kr. fyrra hálvár í fjør.
. Útlánini hjá Føroya Banka eru hóast hetta óbroytt í mun til 1. hálvár 2004 - 3,5 mia. kr., og er hetta eftir umstøðunum nøktandi, skrivar Føroya Banki í tíðindaskriv.
 
.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$