Eik Banki hevur ikki rætt til patentið uppá trollemmarnar hjá Helga Larsen í Vági. Tað hevur vestari landsrættur gjørt av, visti Útvarpið at siga í gjár. Injektor Door í Danmark fyrireikar nú endurgjaldskrav ímóti Eik, sigur Jan Allan Müller, stjóri, sambært Útvarpinum. Hann og Helgi Larsen gjørdu av at kæra avgerðina, tá Eik Banki í januar fekk viðhald í býarrættinum í Horsens, fyri landsrættin. Nú hevur Landsrætturin viðgjørt málið, og úrslitið er, at avgerðin í Horsens verður ógildað og kravið um úttøku í patentinum ikki verður gingið á møti. Eik Banki skal gjalda sakarmálskostnaðin fyri Helga Larsen í báðum rættunum, sum er tilsamans góðar 166.000 krónur.
Tíðindi