Árni Ellefsen, stjóri í BankNordik, fyllir 50 ár í dag.
Árni Ellefsen tók við stjórastarvinum í BankNordik tann 1. oktober í fjør. Áðrenn hann tók á seg stjórastarvið, var hann fíggjarstjóri í bankanum og var soleiðis partur av leiðslubólkinum í BankNordik.
Árni Ellefsen er útbúgvin grannskoðari. Ikki bara sum vanligur grannskoðari, men hann er ríkisgóðkendur grannskoðari – ella statsautoriseraður revisor.
Hann fór í læru hjá KPMG í Keypmannahavn í 1986. Samstundis tók hann HD og cand.merc.aud, sum er tað teoretiska í sambandi við próvtøkuna sum ríkisgóðkendur grannskoðari.
Í 2001 tók hann próvtøkuna sum statsautoriseraður revisor. Tað er ein sera krevjandi próvtøka, sum bara nakrir fáir føroyingar hava tikið undan honum.
Uppgávan hjá Árna Ellefsen sum bankastjóri er at konkretisera nýggju strategiina hjá bankanum, sum í høvuðsheitum gekk út upp á at halda fram sum tey hava gjørt í Føroyum og Grønlandi, meðan tey í Danmark søgdu frá sær vinnupartin og bara savnaðu seg um privatkundar.
Árni Ellefsen er sonur Henny og Paula Ellefsen, sála, fyrrverandi løgmann. Hann var eisini ríkisgóðkendur grannskoðari við egnum grannskoðarafelag. Hetta grannskoðaravirkið fekk seinni navnið KPMG og eftir tað Spekt.
Pauli Ellefesn arbeiddi fyrstu árini eftir at hann flutti til Føroyar í 1971 saman við Jógvan Sundstein. Báðir vóru teir ríkisgóðkendir grannskoðarar. Men teir fóru hvør til sítt miðskeiðis í sjeytiárunum.
Jógvan Sundstein varð valdur á ting fyri Fólkaflokkin í 1970 og Pauli Ellefesen fyri Sambandsflokkin í 1974. Nakað eftir at Pauli Ellefsen eisini fór upp í politikk, býttu teir viðskiftafólkini millum sín og stovnaðu hvør sítt virki.
Virkið hjá Paula Ellefesen bleiv seinni til KPMG og síðani til Spekt. Virkið hjá Jógvan Sundstein bleiv til Inpact og var fyri tveimum árum síðani lagt saman við Nota (sum er gamla virkið hjá Carl Vilhelm Weihe) til grannskoðaravirkið Januar.
Fakta um Árna Ellefsen:
■ Útbúgvin cand.merc.aud, ríkisgóðkendur grannskoðari
■ Starvast sum grannskoðari hjá Spekt frá 1996-2000 og 2002-2009
■ Fíggjarstjóri hjá P/F Nema 2009-2011
■ Fíggjarstjóri BankNordik 2011-15
■ Stjóri í BankNordik 2015 –
■ Giftur Ann Danielsen úr Havn, sum er lækni
■ Tey eiga trý børn: Gunnhild 21 ár, Jórun 17 ár og Dánjal Pauli 15 ár