Kristina Háfoss ávarar ímóti at løna bankastjórum við partabrøvum í bankunum.
Hon sigur, at verða bankastjórar løntir við partabrøvum, økir tað um sannlíkindini fyri, at bankar átaka sær størri váða, og at stýringin verður meira stuttskygd og rættað móti at økja virðið á partabrøvunum til ta tann dagin, partabrøvini kunnu innloysast, heldur enn at virka og hugsa langskygd.
- Bankastjórar eru hartil frammanundan vælløntir við eini fastari løn á 2 - 4 milliónir krónur um árið.
- Hetta ger tað enn meira óneyðugt, at farið nú verður undir eisini at løna við partabrøvum.
Hoyr samrøðu, sum Rás2 hevði við tingkvinnuna hjá Tjóðbeldi í dag, við at trýsta á pílin undir myndini.