Súni Schwartz Jacobsen byrjar fyrst í oktobur í nýggjum starvi sum varastjóri í J&K Petersen.
- Vit hava gjørt eina avtalu við hann og eru sera spent upp á, at hann fer at byrja hjá okkum. Ætlanin er, at Súni Schwartz Jacobsen skal menna felagið á ymiskum økjum, sigur Stein Olvur Petersen, stjóri í J&K Petersen.
Suni Schwartz Jacobsen segði seg brádliga úr starvið sum forstjóri í Betri-samtakinum í juli í ár. Hetta hendi beint eftir, at hann og leiðslan í Betri samtakinum høvdu fingið frágreiðingina hjá Bárði Larsen, kanningarstjóra, sum kannaði sonevnda skattamálið millum táverandi Eik banka og TAKS. Eik hevði roynt at fáa 90 milliónir krónur góðskrivaðar sum goodwill í roknskapinum, men eftir drúgva fjølmiðlaumrøðu og nýggja viðgerð, valdi TAKS at niðurskriva virði á goodwill til null krónur.
Bárður Larsen kom í síni frágreiðing fram til, at framferðin hjá leiðsluni í Eik banka lá tætt upp at sviki, um tað ikki fór um markið. TAKS hevur síðani meldað málið til fútan.
- Hetta er ein starvssetan sum allar aðrar í felagnum, og tí hava vit ikki sent nakra kunning út um nýggja starvið, sigur Stein Olvur Petersen.
- Vit vóna, at hetta kemur felagnum til góða, sigur hann.
J&K Petersen hevur staðið fyri fleiri av stóru byggiverkætlanunum í Føroyum seinastu árini. Úr rúgvuni kunnu nevnast brúgvin um Sandá á Argjum og útbyggingina á Krambatanga á Tvøroyri og nýggja fótbóltsvøllin í Hoyvík, sum eisini eitur J&K Arena. Í løtuni arbeiðir J&K Petersen við at útbyggja høllina á Hálsi, gera parkeringsøkið hjá Vága Floghavn, nýtt trolvirki hjá Vónini í Fuglafirði og útbyggingina av Eystaru bryggju í Havn, umframt at teir eisini hava vunnið kappingina um at gera næsta stig í útbyggingini av Tórsvølli.
Í løtuni starvast um 150 fólk í J&K Petersen.










