Teir, sum stýrdu íslendsku bankunum hava saman við eigarunum alla skyldina av tí, sum er hent Bankastjórarnir og teir, sum áttu bankarnar, kunnu ikki skáka sær undan tí veruleika, at tað eru teir og og bara teir, sum hava ábyrgdina av tí, sum hendi teimum íslendsku bankunum.
Tað sigur sviin Mats Josefsson. Íslendska stjórnin hevur biðið hann hjálpa sær við at endurreisa tað íslendska fíggjarkervið.
Tað er ikki av tilvild, at valið fall á júst Mats Josefsson. Sviin hevur arbeitt hjá Altjóða Gjaldoyragrunninum í mong ár og hevur drúgvar royndir at endurreisa bankar og fíggjarstovnar.