Bankarnir skulu strika ómaksgjøld og teir skulu hava fleiri sjálvtøkur

Uppskot verður nú lagt fyri Løgtingið um at avmarka rættin hjá bankunum at taka ómaksgjøld frá viðskiftafólkunum

Eftir ólavsøku fer Javnaðarflokkurin at leggja fram uppskot fyri løgtingið um at tryggja fólki ókeypis atgongd til grundleggjandi bankatænastur kring landið.

–  Tað er lógarkravt, at lønin skal gjaldast umvegis ein peningastovn, og tí noyðast fólk at brúka ein banka, sigur Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, í eini fráboðan í dag.

– Var talan um onkra aðra fyritøku, har fólk vóru ónøgd við prísin ella tænastuna, fóru tey sín veg. Tað kunnu tey ikki í hesum førinum ogg tað mugu vit gera nakað við, sigur Jóhannis Joensen.

Fólk hava verið rættiliga ónøgd við ómaksgjøldini, sum bankarnir taka. Eitt, sum fólk eru misnøgd við, er, at bankarnir eru farnir at taka pengar frá summum viðskiftafólkum fyri at hava pengar á bók, og at tað er eisini vorðið dýrari at taka pening út.

– Harafturat eru nógvar deildir latnar aftur kring landið, og í seinastuni eru eisini upplatingartíðir skerdar, og sjálvtøkur tiknar niður.

– Bankarnir reka vinnu og hugsa um yvirskotið av virkseminum. Soleiðis eru teir innrættaðir í dag, og tað er einki ólógligt í tí. Men vit halda, at tíðin er komin til at vit tryggja við lóg, at fólk kunnu taka sína egnu løn út ókeypis, sigur Jóhannis Joensen.

Hann heldur, at eitt hugskot kundi verið at kravt at allar bygdir ella býir við fleiri enn 500 íbúgvum, skulu hava ókeypis atgongd til grundleggjandi bankatænastur, eitt nú við eini sjálvtøku. Soleiðis fer tað ikki at vera serliga langt hjá nøkrum at sleppa til eina sjálvtøku, sigur hann.