Heili 10 lógaruppskot viðvíkjandi føroysku bankunum eru løgd fyri Løgtingið av landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, Kristinu Háfoss. Hesi hava fyrstu viðgerð á tingfundinum hósdagin.
Talan er um 10 ríkislógartilmæli, sum ítøkiliga áseta, hvussu kreppuraktir peningastovnar skulu handfarast framyvir. Verða hesi samtykt, koma tær ES-fyriskipanir og loysnir, ið eru settar í verk fyri bankar í ES, eisini í gildi fyri føroyskar bankar. Fyriskipanin verður eisini kallað BRRD (Bank Recovery and Resolution Directive).
Við nýggju lóggávuni verður tryggjað, at bankarnir sjálvir koma at rinda fyri bankabjargingar í framtíðini. Føroysku bankarnir koma eitt nú at rinda inn í ein grunn, ið hevur til endamáls at vera ein hjálp, um bankar koma í trupulleikar og koma at mangla kapital í framtíðini.
Bankarnir fáa eisini álagt nýggj krøv. Hetta er tey sokallaðu NEP krøvini (nedskrivningsegnede passiver), hvørs endamál er, at bankarnir eru meira mótstøðuførir , tá ið teir brádliga tapa nógvan pening.
Lógarpakkin fevnir eisini um eina røð av øðrum dagføringum. Eitt nú verða ásetingar um bonus-skipanir til starvsfólk í peningastovnum herdar, eins og lóggávan fyri trygd av innistandandi verður dagførd, soleiðis at øll innlán framhaldandi eru fevnd av trygd upp til 750.000 kr., um ein banki fer av knóranum. Eisini setur nýggja lóggávan størri krøv til førleikarnar hjá nevndarlimunum í bankunum.
Felagið Føroyskir Peningstovnar tekur undir við, at lógarpakkin við 10 lógaruppskotum verður settur í gildi fyri Føroyar.