- Føroyska vinnan doyr, tí bankarnir mergsúgva hana við teirri høgu rentuni, sum teir taka fyri at læna pening út.
Sjáldan hava skotini ímóti føroysku peningstovnum verið skarpari enn tey, sum sjálvur landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, skeyt eftir teimum í Løgtinginum í gjár.
Johan dahl ásannaði annars, at hetta er ikki eitt málsøki, hann umsitur í landsstýrinum.
Men hann helt kortini, at sum landssýrismaður í vinnumálum hevur hann ábyrgd fyri teimum karmum, sum vinnan hevur at arbeiða undir og her roknar hann eisini fíggingarmøguleikarnar upp í.
- Tað er mín uppgáva at átala, at rentustøðið í Føroyum er ov høgt aftur ímóti rentustøðinum í okkara grannalondum, sum vit kappast við.
- Onki samfelag kann liva við tí, sum tað føroyska samfelagi í løtuni er útsett fyri, tá ið tað kemur til rentur í mun til okkara grannar.
- Vinnan doyr, mann simpulthen mergsýgur hana við tí rentu, sum er í løtuni í mun til okkara grannar og eg vóni tað, at bankarnir hoyra tað og taka tað til sín og royna at uppføra seg ”anstendugt”, sum hann tók í eini rættiligari breiðsíðu ímóti bankunum í tinginum í gjár.
Hann helt eisini, at hetta er ein uppgáva hjá okkara Kappingarráðið at hyggja upp á
- Og eg veit, at teir arbeiða við onkrum í løtuni, legði Johan Dahl afturat.
Hvørja ferð, søkt hevur verið at bankanum fyri at hava ov høga rentur, hava teir vart seg við, at tað er blivið dýrari at reka banka og at peningur, sum teir sjálvur læna, eitt nú í bankapakkanum, hevur dýrari rentu og tí noyðast teir at seta teirra egnu rentu samvarandi.
Men sum tað sæst í hinari greinini her á síðuni, vóru alt hetta spurningar, sum vit kundu fingið greiði á, tí fyrr í ár fór Kappingarráðið undir at kanna bankarnar, men ráðið mátti gevast, tí tey høvdu ikki ráð til at gera kanningina lidna.
Les eisini greinina: Hava ikki ráð at kanna um bankar taka ov høga rentu