Tann sveisiski stórbankin USB kunnger nú, at hann hevur gjørt av at minka starvsfólkatalið munandi. Sum er arbeiða umleið 64.000 fólk hjá bankanum, sum hevur deildir um allan heimin, men i framtíðini verða starvsfólkini 10.000 færri.
USB, sum hevur høvuðssæti í Zurich, sigur, at starvsfólkatalið verður skert 16 prosent, og at tey næstu trý árini er ætlanin at spara 4,5 milliardir evrur í rakstrinum. USB misti 26 milliardir evrur orsakað av altjóða fíggjarkreppuni, og tað gjørdi, at stjórnin í Sveis mátti hjálpa honum.
Forstjórin í USB, Sergio Ermotti, sigur við fjølmiðlarnar, at tað er torført at siga so nógvum fólki úr starvi.
Fyrr í morgun kunngjørdi tann størsti danski bankin, Danske Bank, at har verða starvsfólkini 2.000 færri um trý ár.










