Leygardagin 12. januar 1985 skrivar Sosialurin um eitt bankarán í deildini hjá Føroya Banka í Kollafirði hósdagin 10. januar, har ránsmenninir tóku millum hundrað og tveyhundrað túsund krónur við sær.
Blaðið skrivar, at øll starvsfólkini í bankanum vóru til arbeiðis dagin eftir, hóast tey høvdu fingið ein skelk. Bilurin, sum bankaránararnir koyrdu í, varð funnin við Leynavatn 40 minuttir eftir ránið. Ein húgva, sum ein av ránsmonnunum hevði brúkt, var eisini funnin nærhendis bilinum.
Kelda: Sosialurin leygardagin 12. januar 1985