Nakrir bankar og fíggjarfyritøkur verða nú meldaði til bakmannspolitiið í Danmark, fyri at bróta lógina um hvítvasking av pengum. Onkrar fíggjarfyritøkur eru longu meldaðar, meðan aðrar ? harímillum bankar ? verða tað innan stutta tíð, sigur stjórin á danska fíggjareftirlitinum, Ulrik Nødgard, við DR.
Nøvnini á meldaðu fíggjarfyritøkunum ella bankunum verða ikki almannakunngjørd, men sambært stjóranum á fíggjareftirlitinum hava bankarnir og fyritøkurnar nøkur felags trekk, eitt nú at hetta eru fyritøkur, sum eru málrættaðar á altjóða støði.
Ulrik Nødgard vil ikki siga, um bankarnir bara hava verið for vánaligir til at melda illgrunasamar flytingar millum londini, ella um teir beinleiðis hava sæð millum fingrarnar við kundum, sum hvítvaska pengar.
Brian Mikkelsen, búskapar og vinnumálaráðharri í Danmark, heldur at tað er í lagi at almannakunngera nøvnini á bakum, sum verða meldaðir til løgregluna fyri at bróta lógina um hvítvasking av pengum, og fer enntá so langt sum at siga, at tað er eitt sera gott hugskot.
- Eg vil hava meira opinleika um trupulleikan við hvítvasking av pengum, sigur Brian Mikkelsen við DR.
Millum peningastovnarnar er tó eina meira lunkaður stemningur um at almannakunngera nøvnini á bankunum, sum verða meldaðir fyri brot á hvítvaskingarlógina.
Føroysku peningastovnarnir eru eisini undir eftirliti av danska fíggjareftirlitinum.