Í dag endursendur Rás2 reportasju úr London, har vinnurásin tosar við Rúna M. Hansen, stjóra í Statoil Hydro um seinasta bankabjargingarpakkan hjá bretsku stjórnini.
Vinnurásin tosar eisini við forstjóran í Føroya Banka, Janus Petersen, um okkara heimliga bankapakka Í Vinnurásini á Rás2 verður eisini tosað við umboð fyri byggivinnuna um komandi byggimessuna.
Endursendingin byrjar klokkan 14 í dag.