Ein fyrrverandi starvskvinna í amerikanska bankanum Colonial Bank fekk í gjár átta ára fongsul fyri sín lut í fíggjarsviki. Tilsamans bleiv svikað fyri 2,9 milliardir dollarar, og avleiðingin var, at bankin fór í gjaldssteðg í 2009.
Catherine Kissick sat í stjórnini í Colonial Bank, og í rættinum játtaði hon seg seka í svikinum. Frammanundan hevur ein starvsfelagi hennara fingið fongsul í tríggjar mánaðir fyri sín lut í svikinum, sum byrjaði longu í 2002.
Svikið hjá leiðsluni í Colonial Bank gjørdi, at virðisbrøvini, sum bankin átti, mistu virðið, og bankin fór í gjaldssteðg eins og fleiri aðrir amerikanskir bankar, tá fíggjarkreppan leikaði sum harðast.