Bankafólk í verkfall

Umleið 30.000 fólk, sum arbeiða í bankum og øðrum fíggjarstovnum í Finnlandi, hava boðað frá, at tey fara í verkfall í næstu viku, og at verkfallið fer at vara tríggjar dagar. Orsøkin til avgerðina hjá starvsfólkunum er, at tey kunnu ikki fáa ta løn, sum tey vilja hava.

Virðisbrævamarknaðurin í Helsinki verður opin hóast verkfallið, men við avmarkaðum virksemi.

Finsku fjølmiðlarnir skriva, at verkfallið fer at leggja alt vanligt bankavirksemi lamið, men at tað fer ikki at ávirka eitt nú lønar- og pensjónsflytingar.