Høgni Djurhuus
--------------
Vit eiga at vera fitt við bankarnar. Teir vilja okkum bara alt tað besta. Og vit hava ikki ov nógvar. Spilla vit teir út hvønn einasta dag, kunnu teir siga sum so: hetta tíma vit ikki longur.
Bankarnir eru ikki almannastovur sum fakfeløgini til dømis.
Tí eru no bad feelings her eftir hesa søguna, sum eg nú skal siga. Ikki eitt hugsað dømi, men ræðandi reyð tøl. Ein sólskinssøga í øllum myrkrinum.
Eg hevði eitt sethúsalán í einum banka. Í desember í fjør skuldu seinasti avdráttur og seinastu rentur gjaldast. Tað visti eg. Eg lati ikki bankan einsamallan ansa eftir mínum pengum. Eg vil fegin hjálpa bankanum.
Eg gleddi meg sjálvandi til at gerast skuldarleysur, hóast eisini tað er burturoldað og ómodernað, ikki at skylda nøkrum nakað.
Vanliga plagdi eg at fáa eitt krav frá bankanum eina tíð frammanundan gjaldsdøgunum í juni og desember. Men tað helt uppat. Standardumberingin, nú tann fyrr so framúr góða tænastan hjá bankunum er viknað, er KT-umleggingin í fjør. Tá gjaldsdagurin nærkaðist óhugnaliga nógv í øllum myrkrinum, ringdi eg til bankan og spurdi eftir láninum.
Eg tími ikki hatta við trotarentum.
Segði sum var, at hetta var seinasti avdráttur, og eg vildi sleppa at gjalda alt, sum eftir var av láninum.
Jú, tað var gamaní. Bankafólkið roknaði út, hvussu nógv eg skuldi gjalda. Skilti tað soleiðis, at alt var við. Hetta var tað og lánið var goldið, liðugt, úti. Eg bað um at fáa pengarnar fluttar alt fyri eitt. Tá bankin sjálvur skal hava pengarnar, ber sum einki til at orðna flytingar í telefonini.
Farvæl og takk. Glaður var eg. Nú bíðaði eg so tað, sum eftir var árinum, eftir einum fittum brævi frá bankanum, har sum hann takkaði mær fyri samstarvið í 22 ár. At hann hevði fingið fleiri tíggju túsund krónur í rentum frá mær. Takkaði mær so inniliga fyri, at eg hevði goldið rættstundis hvørja einastu ferð uttan eina. Tá fall trotarentan eisini kl.00.01. Men hvat er tað millum vinir?
Og skuldi eg havt brúk fyri at læna pengar aftur, so var eg meira enn vælkomin at venda mær til teirra, so kunnu vit hyggja upp á tað. Gleðilig jól og gott nýggjár.
Tað brævið kom ikki. No bad feelings. Men eftir nýggjár kom eitt kontuavrit. Eg skyldaði, ja, eg skyldaði 1,58 kr. Sethúsalánið var farið at spøkja.
Eg skilji so sera væl bankan, at hann ikki vil sleppa einum so góðum kunda sum mær. At hann fegin vil hava sínar longu fingrar í mínum lummum.
Men tað vildi eg ikki. Eg vildi ikki skylda 1,58 kr., so eg spurdi pent, um eg ikki kundi sleppa at gjalda, við rentu sjálvandi.
Tá eg hevði rykt eftir svari, fekk eg svar. Sjálvandi bar til at gjalda. Tá so lánið var gjørt upp, tað vónaði eg í hvussu so er, kom aftur eitt kontuavrit, 1,58 kr. pluss 00,04 kr, fýra oyru, í trotarentu, í trotarentu.
Giti, orki ikki at spyrja, at trotarentna er fyri tíðina millum eg spurdi, um eg kundi sleppa av við lánið, til eg fekk svar eftir at hava rykt eftir tí.
Og so fyrst í februar kom enn eitt kontuavrit, 00,01 kr. í rentustuðli av trotarentu, eitt oyra til mín úr tóma landskassanum. Tak er kun et fattigt ord.
Rentustuðulin av trotarentu er 25%.
Dugi tó ikki at síggja, at tey fýra oyruni eru farin av kontuni. So tey koma ivaleyst afturíaftur fyrst í januar næsta ár, við trotarentu sjálvandi.
Sum sagt: no bad feelings. Latið okkum vera fitt við bankarnar.