Bankaørindi við barnavogni og ballón

Meðan eg illur og hopleyst royndi at trýsta mín stóra jeep inn á lítlu, smølu gongugøtuna í 1000 ára gamla høvuðsstaði okkara, irriteraðist eg inn á, at allir bankarnir absolut skulu liggja mitt á gongugøtuni. Tí, hvat er ein gongugøta?

- Ein gongugøta er eitt stað, har borgararnir kunnu spáka stillisliga aftur og fram í einari roynd, via smalltalk, at ’lada’ innaru battaríini upp, áðrenn lagt verður út aftur í jagstranina eftir, uttan grund, at halda ein búskaparbøkstur uppá yvir 12%…
Okey, so tað er ein gongugøta. Hvat er so ein banki?
- Ein banki er eitt stað, har tú skjótt og effektivt, uttan nakað sum helt stríð, robotagtigt kanst flyta pengar av einari konto (hjá tær ella mær) á eina konto (hjá tær ella mær)… Náh, okey, so tað er ein banki. Tvs. Gongugøtur vs. bankar er sum dagur og nátt, hvítt og svart, pluss og minus…
Men í Føroyum eru bankarnir alltíð á gongugøtuni!!?? Og næsta reklamukampagnan verður eitt uppshinað supermodel-par við barnavogni og ballón, sum í góðveðrinum støkka inn til fryntliga og vinarliga bankaráðgevan og upprætta eina 60’ára konto til ófødda barnið. Sera, sera hugnaligt, men komplett órealistiskt og óbrúkiligt; typiskt Føroyar.
Sjálvandi er Føroyar farið á heysin: Hví er bankin í gongugøtuni? Er tað av charmerandi, nostalgiskum orsøkum, íbirtar av einum ynski um at kveikja hugna og tryggleika? Nei!: Tað er tí, at fyri at ONGIN banki skal vera í gongugøtuni, so eru tey dýrastu grundstykkini BEINT HAR. Og hvis tað er NAKAÐ, sum ein banki hevur nokk av, so er tað pengar. So svar:
Bankin er í gongugøtuni, tí at hann IKKI skal vera har.