Aftur hetta vikuskiftið hava vit verið vitni til óvanliga ráan harðskap millum fullar menn. Hesaferð í Tórsgøtu, har tveir mans høvdu eitthvørt trætumál, sum teir mettu átti at verða loyst við harðskapi. Sambært løgregluni fóru teir báðir menninir til hendurs inni á einum vertshúsið um hálvgum fimmtíðina sunnumorgunin. Teir vórðu beindir útum, har tvístøðan helt fram. Men bardagin tók eina vend, tá tann yngri maðurin datt, meðan hin helt fram at buka hann. Millum annað við at banka andlit hansara niður í ein kantstein á gongubreytini einar 6-8 ferðir. Ungi maðurin misti vitið, og var enn uttan vit, tá løgreglan og sjúkrabilurin komu á staðið. Maðurin varð sendur á Landssjúkrahúsið, har hann varð innlagdur á intensivari deild. Nógv vitni vóru til tilburðin, og gerningsmaðurin, sum er síðst í tjúgunum, er longu handtikin. Løgreglan hevur prátað við fleiri vitni, og kanningar hava verið á staðnum. Málið verður mett sum uppklárað, og maðurin, ið framdi harðskapin, verður helst skuldsettur fyri grovan harðskap. Sambært revsilógini grein 245, ið umrøður grovan harðskap, er revsiramman í fýra ára fongsul.