Hóast vit eru í koronakreppu, og flest øll almenn tiltøk eru antin útsett ella avlýs, verður aðalfundurin hja Bank nordik hildin í dag.
Bankin ætlaði upprunaliga at avlýsa ársaðalfundin, men bankin hevur ikki fingið neyðugu lógarheimildina frá myndugleikunum at avlýsa aðalfundin, má fundurin haldast.
Bank Nordik ger tó greitt, at roynt verður at avmarka aðalfundin so nógv sum til ber fyri at minka um vandan av koronasmittu. Nevndin verður ikki til staðar í hølunum hjá bankanum, og bankin hevur heitt á partaeigarar, ið hava teknað seg til aðalfundin, um at geva bankanum fulltrú ístaðin fyri at møta.
Eftir ætlan skuldi bankin gjalda 67,2 milliónur krónur í vinningsbýti fyri 2019. Men orsaka av serligu støðuni, sum er íkomin, metir bankin tað ikki vera ráðiligt at lata vinnigsbýti. Á aðalfundinum í dag kl. 17 verður tí skotið upp, at einki vinningsbýti verður latið fyri 2019.
– Nevndin fylgir gongdini og avleiðingunum av Covid-19 neyvt, og um støðan og útlitini batna seinni í ár, fer nevndin at viðgerða spurningin um vinningsbýti fyri 2019 av nýggjum.