Tað, sum vendi upp, vendir nú niður. Neistin hevði knívin á barkanum undan oddadystinum móti Tjaldri í gjár. Neistin vann. Snøgt sagt sorlaði mótstøðuliðið sundur. Nú er Tjaldur undir trýsti. Kvinnurnar úr Runavík spæla móti Stjørnuni sunnudagin. Tapa steypavinnararnir, kunnu tær ikki gera av einsamallar, hvør skal spæla finalurnar.
Støðan er íkomin, tí Neistin beinleiðis vant burtur úr Tjaldri í høllini á Hálsi í gjár. Oddadystur, men 21 mál skilti liðini. Eyðmýkjandi fyri gestirnar.
Óskiljandi
Tað var, sum spældi Neistin fyri lívinum í gjár. Heimaliðið legði bragdliga fyri, og beinanvegin var munurin fimm mál. Barbara Brauer, Jacklin Djurhuus og Unnur Danielsen gingu undan í álopsspælinum, og Simona Petersen og Adina Petrea, stórskjúttarnir hjá Tjaldri, fingu lítið pláss, tá tær royndu at hótta verjuna hjá Neistanum. Gestirnir høvdu einki at svara aftur við. Adina Petrea var sjúk í síðstu viku, og tað darvaði hennara spæl. Annika Thomsen var ikki við. Hon er skadd. Tøkar ella ikki, Neistin var stórspælandi í gjár.
12 mál vóru á muni í hálvleikinum – 22-10. Eftir hvíldina gav Birgir Hansen, venjari hjá Neistanum, ungu spælarunum møguleikan. Munurin bara øktist. Endaliga úrslitið var 40-19.
Liðini finnast
Trý lið kappast um finalusess. Tjaldur er undir trýsti. Eitt tap fyri Stjørnuni sunnudagin hevur við sær, at kvinnurnar úr Runavík er fýra stig frá finaluplássi, um Neistin vinnur á botnproppinum StÍF. Í síðsta umfari, tann 10. apríl, spæla Neistin og Stjørnan.
- - -
Simona gevst
Simona Petersen, stórskjúttin hjá Tjaldri, sigur við portalin 24timar.com, at hon spælir neyvan hondbólt næsta kappingarár. Hon hevur spælt hondbólt á hægsta stigi í Føroyum í fleiri ár, og tað fer við nógvari tíð. Nú er ætlanin at brúka frítíðina saman við familjuni og vinunum.
Simona Petersen, ætta úr Litava, hevur spælt við Neistanum, Stjørnuni og Tjaldri.