Bananirnar hjá Bónus koppaðu

Øll vita vit, at tað er vandamikið at tveita bananskalið á vegin, tí tað er so óreint at glíða í.

Men hjá honum, ið koyrdi bilin á myndini omanfyri, gekk øðrvísi.

Bilurin var fulllastaður av vøru til handilin Bónus - m. a. vóru nógvar bananir í bilinum.

Hann hevur helst ikki koyrt eftir umstøðunum - og gleið hann í svarthálkuni út móti betongkantinum, sum ikki helt bilinum - ið koppaði út av kantinum.

Um talan var um fólkaskaða, fingu vit ikki upplýst, men í øllum førum fekk bilurin nakað av skaða, eins og vøran, sum í bilinum var.

Kranabilurin hjá Føroya Bilupphøgg tók bilin uppaftur.


*