Banamennirnir hjá B36 taptu greitt fyri West Ham United

Trøini vuksu ikki inn í himmalin hjá Viborg FF

 

 

 

 

Mynd: Scanpix

Gorragangurin hjá Viborg-áskoðarunum var rættiliga stórur aftaná samlaða 5-1 sigurin á B36 í triðja undanumfarinum í Europa Conference League undankappingini.

 

Tey í dómkirkjubýnum í Jútlandi, ið eisini er kendur fyri Peter Larsen kaffi gleddu seg almikið til Play Off dystirnar fyri at røkka bólkaspælinum, men har endaði ævintýrið hjá Viborg.

 

West Ham United vann samlað 6-1 á Viborg FF. Fyrri dysturin í London endaði 3-1, og gav heimafólkunum eina lítla vón um eitt fótbóltsundur á heimavølli í kvøld. Men longu í 22. minutti skoraði Gianluca Scamacca til 1-0 til West Ham, og tá bert seks minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki økti Said Benrahma til 2-0, og tá var vónin sløkt hjá teimum grønu úr Viborg. Í 63. minutti økti Tomas Soucek til 3-0 og staðfesti sigurin, og samlaða 6-1 sigurin.

 

West Ham, ið hevur fingið eina ringa byrjan uppá Premier League kann sostatt gera klárt til bólkaspælið í Europa Conference League. 

 

Mynd: Scanpix