Bólkaspælið í Champions League nærkast. Nú manglar bara at finna tey seinastu liðini, sum skulu í pottin til lutakastið. Teirra millum eru norska Bodø/Glimt og danska FCK, sum bæði vunnu sínar dystir í gjár.
Talan var um fyrra dystin í avgerandi uppgerðini, fyri at koma í Champions League bólkaspælið. Tað var um reppið, at KÍ koppaði Bodø/Glimt í 1. umfarinum. Norska liðið vann í gjár 1-0 á heimavølli móti klekingarmaskinuni úr Kroatia, Dinamo Zagreb. Amahl Pellegrino skoraði málið.
FCK vann eisini fyrra dystin móti turkiska Trabzonspor, sum var í Parkini í gjár. FCK var eitt skifti á odda 2-0 við málum frá Viktor Claesson og Lukas Lerager, men stutt fyri tíð minkaði Tasos Bakasetas um munin.
Tað var eisini dystur á Ibrox leikvøllinum í Glasgow, har Rangers og PSV spældu javnleik 2-2. Sostatt er spenningur í øllum trimum uppgerðunum, ið vóru í gjár. Aftur í kvøld eru tríggjar dystir.