Í dag fer ST-aðalskrivarin, Ban Ki-moon, ætlandi at boða frá, at hann stillar upp til eitt fimm ára skeið afturat. Úr New York verður sagt, at tað er eingin ivi um, at Ban Ki-moon verður afturvaldur, tí eingin annar stillar upp. Harafturat hava tey føstu limalondini í trygdarráðnum sagt, at tey vilja hava hann at halda fram.
Sambært reglunum má hann fáa undirtøku frá øllum teimum 15 londunum, sum nú manna trygdarráðið, men eygleiðarar halda ikki, at tað er nakar trupulleiki.
Ban Ki-moon, sum er 66 ára gamal, tók við eftir Kofi Annan. Hann er úr Suðurkorea og var uttanríkisráðharri har eitt skifti.










