Bamsurenning í Sundalagnum

Herfyri varð skipað fyri Bamsurenning í Sunda kommunu.

 

Tað er Barnabati, sum skipar fyri Bamsurenningini, sum er ein liður í átakinum Betri vinir.

 

Bamsurenninganar eru til, fyri at seta sjóneykuna á, at tað aldrin er okey at happa og at øll hava rætt til ein lut í felagsskapinum.

 

Sambært Barnabata luttaka allir dagstovnarnir í Sunda kommunu í Betri vinir átakinum.

 

Í Sunda kommunu var Bamsurenningin í Náttúrulundini við Streymin. Her eru nakrar myndir av fittu børnunum, sum tóku lut í Bamsurenningini í náttúrulundini.