Bamsir til barnadeildinina

Mikudagin læt Føroya Astma / Allergifelag allergi-testaðar bamsir til barnadeildina á Landssjúkrahúsinum. Bamsirnar, ið hava fingið navnið Asbjørn, verða lætnir í samstarvi við danska Astma-Allergi Furbundet

"Asbjørn projektet" byrjaði, tá danska Astma-Allergi Furbundet læt bamsir til Roskilde Sygehus 27. mai í ár. Endamálið við hesi verkætlan er at geva børnum, sum eru innløgd á donskum og føroyskum sjúkrahúsum eina bamsu, ið tey kunnu føla seg trygg við og sum er allergi-testað. Navnið Asbjørn er sett saman av orðunum astma og bjørn.
Saman við bamsunum er eitt kort við upplýsingum til foreldrini, um hvussu tey kunnu ansa eftir við húsdjórum, mati og hvussu tey annars kunnu innrætta seg soleiðis, at ovurviðkvom børn ávirkast minst møguligt.
Mikudagin kom formaðurin í Føroya Astma / Allergifelag, Evy Danielsen í Miðvági, saman við døtrum sínum út á Landssjúkrahúsið við Asbjørn-bamsum til børnini sum vóru innløgd á barnadeildini har.
Nógv av børnunum sum liggja á barnadeildini hava astma ella allergi trupuleikar.
Virkir og privatpersónar hava møguleika at stuðla verkætlanini við at keypa bamsir. Formaðurin í Føroya Astma / Allergifelag, Evy Danielsen, sigur, at vónandi fær felagið stuðul, soleiðis at tey eisini kunnu læta bamsir til hini sjúkrahúsini í Føroyum. Áhugaði kunnu ringja til formannin á telefon 265321.