Bamse selur enn

Skjótt er eitt ár síðani, at Flemming “Bamse” Jørgensen doyði. Men fløgurnar hjá honum verða framvegis seldar.

 

Savnið av fløgum, ið eitur “De store og de glemte”, hevur verið tøk í Danmark í tríggjar vikur. Og ikki minni enn 10.000. eintøk av fløgunum eru seldar. Hetta gevur samlingini eitt triðja pláss yvir mest seldu fløgum í løtuni.

 

Amy Winehouse, sum eisini doyði fyri nøkrum mánaðum síðani, er á einum 31. plássi, við savninum “Lioness: Hidden Treasures”.

 

Tó hevur savnið einans verið tøkt í tríggjar dagar.

 

Ein onnur deyð tónleikastjørna, Michael Jackson, fær ikki selt sítt tónleikasavn serliga væl. Tað eru næstan bara teir mest trúgvu áhoyrararnir hjá avdeyðu popp-legenduni, ið orka at keypa tað, sum liggur eftir hjá honum. Tað seinasta savnið, “Immortal”, bleiv nevnliga bara keypt 162 ferðir í farnu viku. Hetta merkir, at “Immortal” við neyð og deyð kemur á topp-100 listan.

 

Rasmus Seebach er á 1. plássi við fløguni “Mer end kærlighed”. 91.500. eintøk eru blivin seld upp á 7 vikur.

 

Skrivað hevur: Neli Heldarskarð