Estland, Letland og Litava koma upp í Nordplus-skipanina á nýggjárinum. Nú er tað endaliga staðfest, at á nýggjárinum vera Estland, Letland og Litava við í Nordplus-samstarvium. Tað sigur Altjóða Skrivstovan á heimasíðu síni.
Tað merkir, at eitt nú føroyskir skúlanæmingar nú kunnu velja ímillum ikki færri enn 10 lond, tá ið tey ætla sær at vera við í Nordplus samstarvinum.
Í løtuni arbeiða tey í Nordisk Ministerråd við at leggja seinastu hond á, hvussu Nordplus-skipanin skal vera frá 2008.
Altjóða Skrivstovan sigur, at øll sum hava royndir við skipanini eru vælkomin at svara einum spurnarblaði. Lesið meira á: www.norden.org