Bygma-samtakið, sum eigur fleiri handlar í Danmark og í Svøríki, hevur keypt allan partapeningin frá Adam Madsen, sum er annar av høvuðspartaeigarunum í P/F Balslev Timburhandil og Byggibúð
- Alt fær ein enda.
Hetta hevur Adam Madsen sannað, nú hann hevur selt partabrøv síni í Balslev til Bygma-samtakið.
Familja hansara hevur átt partabrøvini í trý ættarlið. Sambært upplýsingum frá Adam Madsen hevur sera stórur áhugi verið frá ymiskum keyparum at keypa partabrøvini.
Tað hevur tí ikki verið trupult at taka avgerð um at selja, av tí at Adam Madsen seinastu árini hevur lagt ætlanir um ættarliðsskifti, deils orsakað av aldrinum, men eisini meðan tíð er at finna rætta keyparan at tryggja framtíð felagsins.
Bygma er eitt stórt samtak við nógvum deildum í Danmark og Svøríki, og virksemið røkkur frá umboðssølu, heilsølu, smásølu tilútbúgving, flutning, umframt nógv annað virksemi.
Við tað at Bygma bjóðaði seg fram at keypa, var valið nærliggjandi orsakað av, at virksemið hjá Bygma hóskar væl til Balslev, serliga tá ið hugsað verður um innkeyp og flutning.
Mett verður, at kappingarevnini hjá Balslev verða styrkt munandi.
Serliga skal vísast á, at Bygma setur útbúgving høgt, og hevur felagið egna útbúgvingardeild fyri starvsfólk.
Balslev er frammanundan ein vælrikin fyritøka við dugnaligum starvsfólkum, og tá ið tey fáa fakligan íblástur uttanífrá, verður úrslitið eitt enn sterkari felag á marknaðinum.
Tað er upplýst, at stjórn og starvsfólk halda fram, og felagið fer skjótt at seta í verk tær loysnir, sum Bygma-samtakið kann bjóða.
- Adam Madsen, sum hevur arbeitt fyri Balslev tað mesta av síni tíð, takkar øllum fyri góð og spennandi ár við nógvum upplivingum, og ynskir øllum alt tað besta frameftir, sigur felagið í tíðindaskrivi.
Keypsprísurin er ikki upplýstur. Eginpenginur felagsins var pr. 31. desember í fjør gjóðar 57 milliónir krónur, og ársúrlitið fyri 2006 var 5,4 milliónir krónur.