Hann stjelur yvirskriftir sum fáur hasin Mario Balotelli. Í sínum fyrsta dysti fyri AC Milan skoraði hann bæði málini í umstríddum sigri á Udinese.
Í vikuni skifti hann til AC Milan og 25 minuttir inn í fyrsta dystin skorar hann longu sítt fyrsta mál. Mario Balotelli hevur longu aftaná ein dyst sett sín dám á Milan. Fyrsta málið kom eftir innlegg úr vinstru síðu. Tætt undir málinum kundi italski framherjin prika bóltin í mál.
Udinese javnaði í seinna hálvleiki og leingi sá út, til at tað fór at enda javnt. Men í yvirtíðina fekk AC Milan eitt bíligt brotsspark. Sjónvarpsmyndirnar vísa greitt, at verjuspælarin hjá Udinese taklar bóltin, men dómarin bríkslar fyri brotssparki.
Púra róligur tekur Mario Balotelli sær av brotssparkinum og sendir málverjan skeivan veg, áðrenn hann trillar bóltin í hina síðuna til 2-1.
Juventus er oddalið í Seria A.