Annan dystin á rað hevur Mario Balotelli skorað fyri nýggja felagið hjá sær, AC Milan. Hann tryggjaði AC Milan javnleik móti Cagliari við brotssparki.
Mario Balotelli skifti til AC Milan frá Manchester City á seinasta degnum áðrenn flytingarvindeygað lat aftur. Higartil hevur italska felagið fingið valuta fyri tær 200 milliónir krónurnar, sum teir máttu gjalda fyri framherjan.
Í fyrsta dystinum skoraði hann tvær ferðir. Í dag skoraði hann aftur í útidystinum móti Cagliari. Heimaliðið kom annars á odda fyrra hálvleiki. Miðskeiðis í seinna hálvleiki varð Mario Balotelli hálaðu um koll í brotsteiginum. Dómarin bríkslaði fyri brotssparki og gav Cagliari verjuspælaranum tað seinna gula kortið.
Mario Balotelli skoraði trygt upp á brotssparkið. Tað var um reppið, at Mario Balotelli avgjørdi dystin stutt fyri tíð, tá hann í leysari luft hálvflúktaði bóltin í málið. Tíverri fyri Milan og Mario, so var bólturin uttanfyri áðrenn.
AC Milan liggur á fjórða pláss og hevur heili 15 stig upp til Juventus á fyrsta plássi.
Seria A:
Parma Genoa 0-0
Atalanta Catania 0-0
Bologna Siena 1-1
Cagliari AC Milan 1-1
Palermo US Pescara 1-1
Sampdoria AS Roma 3-1
Udinese Torino 1-0
Inter Milan Chievo Verona (19:45)
Í gjár:
Juventus Fiorentina 2-0
Lazio Napoli 1-1