Balling skiftir til Næstved

Tað kundi næstan verið í Runavík, at fyrrverandi NSÍ-spælarin Ulrik Balling skrivaði undir nýggjan sáttmála, tí Faxe Kondi sodavatn stóð á borðinum, men tað var í Næstved. 33 ára gamli álopsspælarin flytur sostatt ikki við Vejle upp í superliguna, men fer ístaðin at spæla fyri 1. Deildarliðið Næstved. Balling hevur áður spælt í Næstved, og tá var hann toppskjútti hjá felagnum, og í Næstved fegnast tey um, at hava fingið spælaran aftur til felagið. Sáttmálin millum Balling og Næstved er galdandi í tvey ár.