Næstved vann góðan sigur í donsku 1. Deild um vikuskiftið. Næstved hevði vitjan av Thisted, og teir av Sælandi vunnu heili 4-1. Fyrrverandi NSÍ framherjin Ulrik Balling legði fyri og skoraði fyrsta málið hjá Næstved eftir eitt korter. Næstved kom á odda 4-0, áðrenn Thisted minkaði um munin seint í dystinum.